Lisensavtalur, serforrit og support

Tað møguligt hjá skúlum, fyritøkum og privatum, at gera lesi-skrivitøkniligar (LST) licens og support avtalur við Málmót.

Ein kann velja heildarpakkar og ískoytispakkar til og frá, júst eftir tørvinum, ið tit hava.

Saman við lisensavtaluni fylgir eisini KT-support og møguleikin fyri føroyskari OCR-skanning av lesitilfari.

 

Ymiskir møguleikar:

Hevur tú hug til, at tín skúli sleppur undan nøkrum uppgávum, ella hava tit ikki akkurát fakfólkini og føroysku OCR-útgerðina til júst hesar uppgávur?

So kunnu vit hjálpa tær. Man kann t.d. velja pakkan A ella B ella F – alt eftir, hvat tørvurin er, og hvat passar best til júst tín skúla.

Her er ein útrokning, sum tú kanst gera tær. Um tú tekur samlað næmingatal á skúlanum, tó minimum 150 næmingar, (t.e., at hevur skúlin t.d. 87 næmingar, so er gjaldið fyri 150 næmingar).

Hevur skúlin fleiri enn 150 næmingar, so er útrokningin (samlað næmingatal)x(upphædd á pakka, sum tú ynskir), sum síðan er tín árligi kostnaður fyri tænastuna.

A) CD-ORÐ og IntoWords-lisensur: 45 kr. árliga

B) Víðkað KT-support til næmingar og lærarar og fø videovegleiðingar til forritini: 25 kr. árliga

C) Dysleksiútgreiningar: 150 kr. árliga

D) Uppfylging av næmingi við niðursettum virkisførleika, longdari tíð o.s.fr.: 25 kr. árliga

E) Talgilda og OCR-skanna allar undirvísingarbøkur/undirvísingarskjøl hjá skúlanum: 50 kr. árliga

F) Allur pakkin: 300 kr. árliga

Hevur tú eitt ynski um at hoyra meira um hetta, ella hevur tú hug at gera ein sáttmála, so ert tú vælkomin at senda ein mail til malmot@malmot.fo, so frættir tú skjótt aftur frá okkum.

Forrit

 

CD-ORÐ versjón 10.3
við føroysku røddunum, umframt tær føroysku, so eru ensku, týsku, fronsku, sponsku, italiensku, svensku, norsku og hollensku røddirnar eisini í pakkanum.

Tak niður:
CD-ORÐ 10.3

 

IntoWords Mac versjón 10.2.1
Mac versjónin brúkar røddirnar frá Apple – ið liggja innbygdar á stýrisysteminum.

Tak niður:
IntoWords 10.2.1

 

IntoWords Mac málpakkar, sum hava orðauppskot til IntoWords Mac. Ongar røddir, bert orðauppskot í donskum, enskum, týskum, fronskum, sponskum, italienskum, svenskum, norskum og hollenskum.

Tak niður her:
IntoWords Mac málpakkar

 

IntoWords Cloud er ein online versjón, ið kann heintast via Google Chrome Webshop. Leinki linkar bert víðari til Chrome Webshop, og heintar ikki ”udvidelsen” niður á telduna.

Tak niður her:
IntoWords Cloud

 

IntoWords IOS er APP versjón til Ipad/Iphone , leinki linkar bert víðari til AppStore frá Apple og heintar ikki appina niður á telefonina

Tak niður her:
IntoWords IOS

 

IntoWords Android er APP versjón til Android Tablets og Android telefonir. Leinki heintar ikki appina niður á eindina, men linkar yvir til Google PlayStore.

Tak niður her:
IntoWords Android

 

Danskar fakorðalistar til CD-ORÐ
Fólkaskúlar, Miðnámskúlar og Hægri lesnaður

Tak niður her:
Danskar fakorðalistar til CD-ORÐ