Útgreiningar og viðgerðir

Les um tað, sum Málmót kann hjálpa við. Spyr okkum, um tú ivast, og vit vegleiða.

Skal ikki brúkast

Your content goes here. Edit or remove this text inline or in the module Content settings. You can also style every aspect of this content in the module Design settings and even apply custom CSS to this text in the module Advanced settings.

Orðblindni (Dyslexia)

  • Eitt sermerkt lærutarn.
  • Íborið, varir alt lívið og stavar ikki frá ringum evnum ella vánaligari undirvísing.
  • Umleið 7% av fólkinum eru orðblind.
  • Eins nógvar gentur og dreingir eru orðblind.
  • Á fakmáli eitur tað dyslexia, ið stavar frá latínska “dys”, ið merkir tvørleiki, og “lexia”, ið merkir mál ella orð.
  • Orðblindni gongur í arv. Um annað av foreldrunum er orðblint, eru 38–50% sannlíkindi fyri, at barnið eisini verður orðblint. Kortini ganga ikki øll sløg av orðblindni í arv. Orðblindni er altíð úrslit av einum fløktum samspæli millum arv og umstøður, sum byrjar longu í móðurlívi. Tú arvar so statt ikki orðblindni, men íløgur, ið kunnu økja um sannlíkindini fyri at gerast orðblind/ur, treytað av umstøðunum.
  • Breið semja er um, at orðblindni er ein trupulleiki við ljóðunum í málinum (fonologi). Vanligt er at blanda stavljóð sum til dømis b/d og b/p. Somuleiðis er trupult at ríma.
  • Tey, ið eru orðblind, hava ikki neyðturviliga trupult við at skilja innihaldið í tí, tey lesa, men við at lesa í sjálvum sær. Trupulleikarnir við at skriva eru eisini tíðum álvarsamir og varandi.

Eyðkenni við orðblindni

Gev gætur, um fleiri av hesum frábrigdum vísa seg:

  • Ilt við at skilja ímillum stavljóð (til dømis við at hoyra fyrsta og síðsta ljóðið í einum orði).
  • Ilt við at ríma.
  • Sera ilt við at lesa samanborið við onnur evni at læra.
  • Ilt við at lesa raðið.
  • Lesur so mikið seint, at tað ávirkar fatanina.
  • Áhaldandi trupulleikar við skriving/villum.
  • Einfalt og fábroytt mál á skrift.

Avdúka orðblindni

Fyri at staðfesta ella avsanna orðblindni er neyðugt við eini kanning. Kanningin hyggur m.a. at ymsum lutvísum evnum at lesa. Orðblindni kann avdúkast frá 2. flokki. Tá verður fyrst ein roynd tikin, síðan er eitt tíðarskeið við intensivum tiltøkum, og hareftir verður onnur roynd tikin. Hjá teimum, har orðblindni verður funnið seint, er ofta nóg mikið við einari roynd. Vanligt er at nýta viðurkendar royndir.

Úrslit av tiltøkum

Úrslitið av tiltøkunum minkar munandi fyri hvørt ár, ið gongur. Í roynd og veru minkar tað 70% frá 1. til 5. stig.

Úrslitið av tiltøkunum er:

  • 80% í 1. og 2. stigi
  • 50% í 3. stigi
  • 10–15% í 5. stigi og seinni

Hetta vísir, hvussu umráðandi tað er við tiltøkum skjótast gjørligt. Tað hevur týdning bæði at staðfesta og at viðgera við neyvum tiltøkum beinanvegin.

Kelda: Foorman et.al. 1997.

Góð tilrættislegging fyri orðblind

Orðblindir næmingar hava eitt fonologiskt brek. Fonologi sipar til, hvussu ljóð virka í máli. Tískil er tað umráðandi, at tey fáa góða frálæru í at skilja ímillum stavir og stavljóð. Teimum tørvar at læra øll ljóðini í málinum, og hvussu ljóðini verða skrivað. Tey skulu læra at seta ljóð saman, tey skulu sjálvvirkja ljóðmyndirnar, og síðan skulu tey læra grundleggjandi stavi- og rættskrivingarmannagongdir. Harumframt er tað týdningarmikið, at tey menna eitt stórt orðfeingi.

Orðblindir næmingar hava tørv á føstum kørmum og greiðum boðum, umframt møguleika at nýta talgild hjálpitól til at viga upp ímóti lesi- og skrivitarninum.

Talblindni (Dyscalculia)

  • Mong eru, ið ræðast støddfrøði, og talan er um eitt slag av tankalæsing. Tey misskilja og halda, at tey duga verri, enn tey gera. Hetta er ikki tað sama sum at vera talblindur.
  • Talblindni elvir til ávísar sermerktar trupulleikar við støddfrøði, sum ikki stava frá ringum evnum ella vánaligari undirvísing.
  • Talblindni er íborið og varir alt lívið.
  • Umleið 5% av fólkinum eru talblind.
  • Á fakmáli eitur tað dyscalculia, ið stavar frá latínska “dys”, ið merkir tvørleiki, og “calculare”, ið merkir at telja.
  • Talblindni er arvaligt.
  • Talblindni er eitt fatanartarn, sum órógvar evnini at læra og brúka førleikar til at loysa støddfrøðiligar uppgávur. Avbjóðingin er tongd at tølum og rokning, og – neyvari – at støðubundnu talskipanini og grundleggjandi teljiførleikum.
  • Tey, ið eru talblind, hava fyrst og fremt ilt við grundleggjandi støddfrøði (pluss, minus, falda, býta). Tíðum duga tey betur støddfrøði á hægri stigi so sum mátingarfrøði og bókstavarokning.
  • Tey brúka javnan einfaldar framferðarhættir, sum at telja á fingrunum, langt upp í skúlaárini.
  • Tey kunnu hava stórar trupulleikar við støddfrøði, men góð úrslit í øðrum fakum, serliga skrivligum.
  • Talblindni verður ofta lýst á tveir hættir:
    – Eitt brek í samspælinum millum heilaviksemi, t.e. hvussu ymiskt heilavirksemi samstarvar fyri at loysa eina uppgávu. Talan er um: arbeiðsminnið, sjón- og rúmevni, ans og bindindi.
    –Ring fatan av nøgd. Hetta er mett at vera íborið.

Eyðkenni við talblindni

Tey, ið eru talblind, kunnu hava trupulleikar við:

  • At skilja støddfrøðilig orð og hugtøk.
  • At skilja samansettar talvur, ið skulu roknast út ella greinast.
  • At vita, hvønn framferðarhátt tey skulu nýta fyri at loysa eina uppgávu. Javnan gloyma tey tað eisini ferð eftir ferð.
  • At leggja smá tøl saman – tey hava álit á, at tey fáa røttu upphædd aftur í handlinum.
  • At sjálvvirkja (tey telja á fingrunum, sjálvt við heilt einføldum uppgávum).
  • Ringum minni viðvíkjandi tølum, og tey blanda tøl saman.
  • Afturvendandi misskiljingum og holum í fatanini.
  • Javnan at steðga upp í støddfrøðimenningini á 3. og 4. stigi. Málmenningin hevur vanliga verið normal.

Onnur møgulig eyðkenni eru:

Ilt við landafrøðiligari staðseting og kortum og vánaligur staðsansur.

  • Ilt við at læra nótar.
  • Tørvar stundum góða tíð til at loysa uppgávur.
  • Mong hava eisini aðrar trupulleikar sum til dømis orðblindni, ADHD ella autismu.

Vanligir trupulleikar

Her eru dømi um, hvørjar trupulleikar orðblind, talblind kunnu stríðast við:

  • At læra klokku eins og hugtakið um tíð.
  • Munin á høgru og vinstru, eins og staðsans.
  • Sjálvsvirði, førleikakenslu og virkishug.
  • Grov- og fínrørslulagið.
  • Hugsavning.
  • Bygnaðartrupulleikar.
  • Hugtøk.

Avdúka talblindni

Fyri at staðfesta ella avsanna talblindni er neyðugt við eini kanning. Tá skulu fleiri lutvís evni roynast:

  • Fatan av nøgd.
  • Arbeiðsminni.
  • Talfatan.
  • Sjón- og rúmevni.
  • Arbeiðsavrik.
  • Tær fýra rokniatgerðirnar.
  • Einfaldar uppgávur.

Góð tilrættislegging fyri talblind

Talblindir næmingar hava ilt við at læra og við at brúka góðar mannagongdir í støddfrøði. Tí er tað umráðandi, at tey fáa góða hjálp við at læra, og ikki minst brúka, støddfrøðiligar mannagongdir. Fyri hesar næmingar er góð undirvísing í støddfrøði skipað og verklig.

Fyri at veita næminginum góða hjálp er neyðugt við einari gjølligari serstakari námsfrøðiligari/talufrøðiligari og sálarfrøðiligari kanning.

Viðkomandi hjálpitól eru roknimaskina og reglubók. Tað er umráðandi, at tey fáa stuðul til at fáa bilbugt við grundleggjandi talfatanartrupulleikunum, so at tey kunnu koma víðari við støddfrøðifakinum.

Talblindum næmingum tørvar at fáa royndir lagdar til rættis.

Rørsluólag (Dyspraxia)

Rørsluólag er ein serstakur trupulleiki, ið ávirkar rørsluætlan og samskipanarevni. Fakorðið dyspraxia stavar frá grikska orðinum ‘duspraxia’, ið er samansett av orðunum ‘dus’, ið merkir veikur, og ‘praxis’, ið merkir gerð ella útinnan.

Børn, ið hava rørsluólag undir menningini, hava eitt serstakt lærutarn í sambandi við grov- og fínrørsluætlan og útinnan, men ongan kendan nervafrøðiligan skaða (lammilsi). Børn við rørsluólagi kunnu tykjast ósjálvbjargin, veik, ella sum um tey ikki megna at stýra sínum rørslum. Barnið hevur ilt við at fullfíggja tilætlaðar rørslur, alt uttan nakran vødda-/nervaskaða. Rørsluólag verður nógv umrøtt, “sjúkueyðkennini” eru óneyv, og summi kalla tað “hitt fjalda brekið”.

Rørsluólag er eitt rørsluligt lærutarn, og fylgjurnar eru fløktar og víðfevndar.

Børn við rørsluólagi

Hvussu vit á besta hátt leggja viðurskifti til rættis fyri børn við rørsluólagi, ella hvussu vit skulu arbeiða við og viðgera ymsu trupulleikarnar, er ilt at siga nakað um. Tí at tey, ið hava rørsluólag, eru ymisk og hava ymiskan tørv. Tá ið rørsluólag verður staðfest, fæst greiða á nógvum viðurskiftum, og tað kann vera avbera gott fyri sjálvsálitið. Tí er umráðandi at greiða smáum børnum frá rørsluólagi á einum máli, sum tey skilja. Harumframt skulu familja, vinir, barnagarður, skúli o.s.fr. kunnast. Onnur børn, ið barnið við rørsluólagi hevur samband við í gerandisdegnum, mugu sleppa at spyrja um tað, tey undrast á. Tess meiri kunning og vitan viðvíkjandi rørsluólagi verður útbreidd, tess betur kann arging og happing fyribyrgjast.

Barnið má fáa tann stuðul, tí tørvar, í barnagarði og skúla.

Aðrir stovnar, ið kunnu vera viðkomandi at søkja um veiting frá, eru:

  • Heilsumiðstøð.
  • Kommunulækni.
  • Mýkjari (fysioterapi), menningarviðgeri (ergoterapi) og talulærari (logopedur).
  • Ábyrgdarbólkur (sammansett av foreldrum og fakfólki).
  • Hjálpartólamiðstøð.
  • Fatanarviðgeri (kognitiv terapi).

Mangt kann eisini gerast heima. Tað týdningarmesta er at menna førleikakensluna hjá barninum og tí unga við at finna ítriv, ið barnið dugir og heldur vera stuttlig. Harumframt skal tað, ið barnið ikki dugir, venjast nógv, men tað er umráðandi at finna eina javnvág ímillum hesi bæði, so at barnið ella tann ungi ikki missir førleikakensluna aftur. Eins og við autistum er tað umráðandi, at barnið við rørsluólagi er fyrireikað til skránna hvønn dag.

Eitt gott hugskot er at greiða barninum frá skránni fyri dagin við morgunmatarborðið ella í bilinum á veg í barnagarð ella skúla. Undir frágreiðingini skulu ikki ov nógvar upplýsingar gevast í senn. Børn við rørsluólagi minnast ofta betur tað, ið verður víst fyri teimum, enn tað, ið verður sagt. Mong foreldur hava nógv á skránni frammanundan og nógv at gera. Minst til, at eitt sindur av venjing er betri enn eingin, og tá ið tað ber til, kanst tú leggja venjingina saman við ætlanunum, sum liggja fyri dagin annars.

Tað, sum ikki kennist sum venjing fyri barnið við rørsluólagi, er lættari hjá barninum at gera, og tað er minni ørkymlandi fyri bæði foreldur, barnið við rørsluólagi og fyri systkin. Sí listan niðanfyri við hentum ráðum og uppskotum.

Stuðul til samskifti

  • Myndir.
  • Myndaskelti.
  • Tekn til talu.
  • Skipa dagin/gerningar.
  • Nýt uppslagstalvu.
  • Handskadukkur/sjónleikur.
  • Dagbók millum heim, skúla, frítíðarstovn o.s.fr.
  • Upplivingabók.

Rørsluvenjing

  • Svimjing.
  • Terapiríðing.
  • Gongutúrur á óstortsligum lendi.
  • Spæl við bólti, ballón, ertraposum o.tíl.
  • Blása sápubløðrur, floytu, fjaðrar ella máling.
  • Saksur ella blýantar við góðum skefti.

Málvenjing

  • Íðka málvenjing.
  • Munnrørsluvenjing.
  • Rím og reglur.
  • Eydnuspøl.

Sosial venjing

  • Venjing í at heilsa, takka og at siga, hvør ein er.
  • Lutaleikur: Fara ein túr, látast sum.
  • Eygnasamband.
  • Ver ein góð fyrimynd.

Hjálpitól

  • Talgilt myndatól (myndir/sjónbond).
  • Myndaskelti.
  • Lamineringsmaskina.
  • Telda og prentari.
  • Stólur, skriviborð, púta.
  • Tríkantaður, tjúkkur blýantur.
  • Stuðulshjól og stong til súkklu.
  • El-tannbust.
  • Nýt barnaborðbúnað sum longst og síðani bíligan vaksnamannaborðbúnað, sum kann boyggjast til hóskandi skap. Skúmgummi rundan um skeftið kann veita betri tak.
  • Pennar og blýantar við ymsum skapi geva barninum við rørsluólagi møguleika at royna seg fram fyri at vita, hvat liggur best í hondini.

Umráðandi sum heild

  • Ró, hvíld og tolsemi.
  • Endurtøka.
  • Steðgir.
  • Ikki rætta.
  • Tileggjan og upplívgan.
  • Fagna avrikum.
  • Legg dent á barnsins hegni.
  • Ver opin um rørsluólagið.
  • Git ikki, tá ið tú ikki skilir, hvat barnið sigur, ver erlig/ur.
  • Umráðandi er, at barnið skilir, at tað ikki er einsamalt við stríði/avbjóðingum.

Vaksin við rørsluólagi

Hevur tú undir uppvøkstrinum fingið at vita, at tú vart dovin og ikki lurtaði eftir? Vart tú tann, sum stóð eina eftir í skúlagarðinum? Stríðist tú við gerandisuppgávur sum matgerð og reingerð, fyri ikki um at tala lesnað og arbeiðslív? Snávar tú stundum, missir lætt lutir og kennir teg stóra/n og tunga/n, uttan at tú endiliga ert tað? So ert tú ikki aleinað/ur. Tú ert kanska ein av mongum við rørsluólagi. Tú ert vælkomin at hyggja inn á síðurnar um rørsluólag, ymsu trupulleikarnar og eyðkennini.

Rørsluólag kann ávirka so ómetaliga nógv í gerandislívinum. Summi við rørsluólagi hava nógv frábrigdi, onnur hava fá. Summi hava álvarsamar trupulleikar, onnur eru lítið ávirkað. Við røttu viðgerðini, ið er lagað júst til tín, kanst tú liva eitt vanligt lív við lesnaði, arbeiði, vinum og maka.

Tá ið tú hevur fingið staðfest rørsluólag, kann tað gerast viðkomandi við veitingum frá stovnum og fakfólki sum til dømis;

  • Talulærara (logopedi)
  • Mýkjara (fysioterapi)
  • Menningarviðgera (ergoterapi)
  • Sálarfrøðingi/sálarsjúkulækna
  • Føðslufrøðingi
  • Hjálpartólamiðstøð
  • Fatanarviðgera (kognitiv terapi)

Ert tú ein av teimum mongu, ið hava fingið staðfest rørsluólag, hevur tú møguliga havt angist og tunglyndi orsakað av til dømis skuldarkenslum og vantandi sjálvsáliti. Rørsluólag kann eisini ávirka viðurskifti, ið onnur meta sum sjálvsøgd, sum til dømis at halda skil á húsi, eginbúskapi, samskifti og sambondum, lesnaði, arbeiði o.ø.

Her eru nøkur ráð og uppskot til, hvat tú sjálv/ur kanst gera fyri at betra tín gerandisdag:

  • Skriva listar og minnislepar.
  • Hugsa morgindagin ígjøgnum fyri teg sjálva/n. Ger eitt yvirlit, til dømis býtt á tímar, og hong tað upp.
  • Íðka kropsliga venjing (serliga akslar, knø og lendar), sum tú megnar. Ein gongutúrur á bert 30 min. um dagin ger góðan mun.
  • Kunna tíni næstu um tínar avbjóðingar.
  • Far undir eina “positivitets-dagbók”, sum tú hvørt kvøld skrivar í um tað góða við degnum, sum fór.
  • Bílegg tíð hjá einum vøddamýkjara, meditera ella far til Thai-Chi. Tað er umráðandi at finna okkurt ítriv, sum fær teg at slappa fullkomiliga av eina løtu.
  • Fá nóg mikið av svøvni.
  • Nýt ein serviett ella eitt lítið handklæði, tá ið tú etur, um tú stoytir.
  • Handilin “Enkler Liv” selur nógv hent amboð, ið kunnu lætta um gerandisdagin.

Við at læra seg at liva við rørsluólagi eru mong, ið ogna sær avbera góðar eginleikar og hegni. Tey gerast ofta miðvís, duga væl at loysa trupulleikar, eru kreativ, hugsa nýtt, hava sera gott langtíðarminni og eru óføra arbeiðssom. Mong fáa eisini stóra umsorgan fyri øðrum og eru skjót at varnast tað, um onkur ikki hevur tað so gott. Um tær dámar at lesa á enskum, kann bókin »Living with Dyspraxia« viðmælast.

Skrivað hevur Mary Colley, sum sjálv hevur rørsluólag. Tað er ein frálík vegleiðing til vaksin við rørsluólagi, og hon veitir ein hóp av hentum ráðum viðvíkjandi heimi, lesnaði, arbeiði og mongum øðrum. Tørvar tær meira kunning, prei og ráð, annaðhvørt sum ein, ið hevur rørsluólag, sum arbeiðsgevari, lækni ella annað, kanst tú seta teg í samband við felagið.

Skriviblindni (Dysgraphia)

Skriviblindni – ella stríð við at orða seg skrivliga – kann tykjast sum ein lítil trupulleiki, men hjá summum kann tað hava mangar álvarsamar avleiðingar sum til dømis lítið sjálvsálit, lærutrupulleikar og sosialar trupulleikar. Eyðkenni fyri hetta lærutarnið eru til dømis nógvar stavivillur og teknvillur, vánalig handskrift og vánalig staving. Tað er trupult at staðfesta skriviblindni bert út frá eyðkennunum, men eru tey har, kann tað vera skilagott at gera nakrar royndir. Orsøkirnar til skriviblindni eru framvegis ókendar, men tað er ein lutfalsliga vanligur trupulleiki. Av tí at vandi er fyri álvarsomum avleiðingum fyri sálarheilsuna, er umráðandi við viðgerð! Okkara serfrøðingar kunnu hjálpa skriviblindum ígjøgnum GoMentor.

Eyðkenni við skriviblindni

Hóast eyðkennini niðanfyri kunnu geva ein ábending um skriviblindni, er tað kortini týdningarmikið at fáa tað formliga staðfest. Tað sagt, so eru eyðkennini, ið kunnu benda á skriviblindni, nógvar stavi- og teknvillur. Í okkara nútímans heimi, har teldur hava ein stóran leiklut, verður vánalig handskrift kanska ikki tikin í so stórum álvara longur, men tað kann eisini vera ein ábending um skriviblindni. Umframt hesi eyðkenni er eisini vanligt við øðrum trupulleikum hjá skriviblindum. Tí er tað umráðandi at koma í viðgerð, áðrenn smærri trupulleikar vaksa og gerast truplari at viðgera.

Viðgerð av skriviblindni

Vit hava tilknýti til fleiri serfrøðingar, ið skilja tørvin hjá fólki við lærutrupulleikum. Teir vita, at slíkir trupulleikar sjáldan koma einsamallir, og at vandi er fyri, at fólk stríðast við fleiri lærutrupulleikar samstundis. Við viðgerð og ráðgeving ber til at sleppa undan hjáárinum av skriviblindni. Hjá mongum er tunglyndi ein avleiðing av skriviblindni.

Dialektisk atferðarviðgerð (DAT)

Dialektisk atferðarterapi er ein próvgrundað terapi fyri fólk við persónleikaólagi. Terapiina hevur Marsha Linehan professari úr USA ment. Hon uppfann terapiina fyri at hjálpa fólki, ið stríðist við sjálvmorðsatferð og sjálvtýning. Terapiin hevur havt góð úrslit hjá øðrum bólkum, til dømis fólki við ADHD.

Dialektisk atferðarterapi (DAT) hevur fingið fótafesti í norðurlendskari sálarsjúkufrøði, tí hon veitir nýggjar møguleikar, ið ikki eru tiknir við í aðrari terapi áður. DAT sameinir siðbundnar mannagongdir frá úrslitasøknu atferðarterapiini eins og góðtøkuhættir frá hughygnisháttalagnum (mindfulness) saman við nýggjari tilgongdum í sálarterapi.

Dialektikkurin í DAT er at sameina broyting og góðtøku í terapiini av fólki, ið hevur ógvuliga ilt við at stýra sterkum kenslum og atferðartrupulleikar, ið forða fyri einum innihaldsríkum lívi. Dialektisk atferðarterapi fatar um vikuliga einstaklingaterapi, ein førleikavenjingarbólk og eina krepputelefon.

Undir einstaklingaterapiini verður arbeitt við einstøku trupulleikunum hjá persóninum út frá eini raðfestari skipan, har størstu trupulleikarnir verða viðgjørdir fyrst, til dømis sjálvmorðstankar, rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsla, etingarólag, misnýtsla, sjálvtýning o.a. Viðgerin lærir persónin at sameina nýggju førleikarnar og trupulleikar teirra gjøgnum eina greining av orsøkum og sambondum fyri at fyribyrgja afturfalli ímillum vikuligu fundirnar. Arbeitt verður við at góðkenna sváru støðuna, persónurin er í, eins og stríðið ímóti at falla aftur í misnýtslu, etingarólag, hassj, sjálvtýning og onnur sálarlig rýmingartiltøk.

DAT er ein munadygg terapi fyri atferðartrupulleikar, tí hon leggur dent á kenslustýring og mennir evnini at eyðmerkja, góðtaka og bera kenslurnar. Hetta minkar um tørvin á rýmingartiltøkum og økir um tryggleikan viðvíkjandi at arbeiða við kenslunum og at sleppa undan stórum sálarligum trupulleikum.

Cochlear implant (CI)

Námsfrøðilig ráðgeving og venjing til fólk, ið hava fingið ísett eitt cochlear implantat, ella sum brúka vanligt hoyritól.

Vit nýta altjóða viðgerðarháttin auditory-verbal therapy, stytt AVT.

Talu- og raddarvenjing

Til fólk, sum hava apopleksi, parkinson, sclerosu, down-syndrom ella cerebrala paresu, har røddin viknar, gerst mutlut, monoton ella hás.

Viðgerðarhátturin eitur LSVT LOUD. Talan er um eitt intenst skeið, fýra ferðir um vikuna í fýra vikur. Harumframt koma dagligar heimavenjingar. Venjingarnar eru lættar, men krevja áhaldni og motivatión.

Staming

Staming byrjar ofta um 2-5 ára aldur. Hjá summum er hon bara í hesum aldri, hjá øðrum heldur hon áfram.

Staming verður býtt sundur í uttaru og innaru staming. Uttara staming er, tá ið talan er um endurtøku, læsing ella leingjan av orðum, og/ella um andlits- og kropsrørslur. Innara staming er óttin fyri at stama. Ein vil helst ikki brúka summi orð ella roynir at sleppa sær undan ávísum persónum ella støðum.

Fólk stama ymiskt, og tað er ójavnt, hvussu stamingin ávirkar hvønn einstakan.

Viðgerðarhátturin, sum vit nýta, eitur non-avoidance therapy og hevur víst seg at kunna hjálpa sera væl.

Útgreining og viðgerðir fyri ADHD hjá børnum og ungum í Føroyum

Meira kunning er ávegis

Lagt út tann 17.12.2021