Sernámsfrøðilig virkisætlan

Børn við innlæringartrupulleikum hava tørv á einum stuðlandi netverki. Hava tey ikki tað, kann Málmót vera við til at byggja tað upp.

Tað gera vit við einari sernámsfrøðiligari virkisætlan.

Ætlanin grundleggur netverkið, og barnið sleppur at velja fólkini, sum skulu vera við. Tað verður gjørt við samrøðu millum barnið og Málmót. Foreldur ella verji eru við til samrøðuna.

Netverkið verður ofta samansett av fakfólki, familjulimum og persónum, sum barnið annars følir seg knýtt at.

Tá ið netverkið er funnið, hittist tað fyri at leggja sjálva virkisætlanina. Síðan hittist tað hálvárliga.

Ímillum fundirnar samskiftir netverkið talgilt um dagligar støður. Soleiðis fáa øll somu vitan samstundis og kunnu vísa barninum viðurkenning fyri tey framstig og tann innsats, sum tað ger. Barnið er við í netverkinum og luttekur á øllum fundum og í øllum samskifti.

Royndir vísa, at sernámsfrøðiligar virkisætlanir roynast væl og kunnu geva skjót úrslit.

Á fyrsta fundinum arbeiðir netverkið eftir einum leisti, sum kortleggur førleikar og avbjóðingar hjá barninum.

Trýst á leinkið niðanfyri og heinta leistin. So kanst tú kunna teg um hann og fyrireika teg, um tú skalt vera partur av einum netverki hjá einum barni við innlæringartrupulleikum.