Foreldur at orðblindum
børnum og ungum
– um stuðul og møguleikar
Heimið hevur ein týðandi leiklut, tá ið lesi- og skrivitøkni skal nýtast. Foreldur og onnur avvarðandi uttan fyri skúlan kunnu stuðla næmingum við orðblindni og fylgitrupulleikum, soleiðis at tey í størri mun gerast sjálvbjargin – stuðulin er hjálp til sjálvhjálp.
Undir fyrilestrinum verða foreldur at orðblindum børnum og ungum kunnað um orðblindni og teir fylgitrupulleikar, ið orðblindni kann elva til, og um hvussu tey á besta hátt kunnu stuðla børnum sínum heima. Harumframt verða foreldrini kunnað um møguleikarnar, ið lesi- og skrivitøknin bjóðar, og um virðið í at veita børnum sínum umstøður til luttøku í útbúgvingarhøpi í skúla eins og heima.
Málbólkur: Foreldur at børnum og ungum við orðblindni og møguligum fylgitrupulleikum, sum vilja vita, hvussu heim og skúli á besta hátt kunnu stuðla børnum sínum, t.d. við at brúka lesi- og skrivitøkni.
Luttøkugjald: 620 kr.