Orðblindni og lesi-/skrivitøkni
– hvat skalt tú vita í einum kommunalum starvi?
Kanningar vísa, at børn, ung og vaksin við orðblindni og møguligum fylgitrupulleikum stundum aftra seg við at fara undir ella at fullfíggja ungdóms- og framhaldsútbúgvingar. Tí er tað umráðandi, at málsviðgerar, vegleiðarar og onnur fakfólk, ið arbeiða við hesum bólki, eru greið yvir, hvørjar avbjóðingarnar eru, og hvørjir møguleikar eru fyri útbúgving hóast skriftmálsligu avbjóðingarnar.
Undir fyrilestrinum verður greitt frá, hvussu orðblindni og fylgjur av tí kunnu koma til sjóndar. Arbeiðir tú við hesum bólki í einum kommunalum starvi, fært tú innlit í teir útbúgvingarmøguleikar, sum orðblind børn, ung og vaksin hava við bøttum umstøðum at luttaka.
Málbólkur: Málsviðgerar, vegleiðarar og onnur fakfólk í kommunalum størvum, ið hava samband við børn, ung ella vaksin við orðblindni og møguligum fylgitrupulleikum.
Luttøkugjald: 830 kr.