Nervanámsfrøði
– arbeiðsminni og trupulleikar við tí útinnandi
Børn og ung við fatanarórógv, sum t.d. ADHD ella autismu, hava tørv á serstakari námsfrøðiligari hjálp og frálæru fyri at læra, trívast og luttaka. Tey koma oftari í stríð við sínar umstøður og klára seg sum heild verri sosialt og fakliga enn javnaldrarnir, hvaðna verri tá ið foreldur og fakfólk rundan um tey ikki skilja teirra avbjóðingar, ikki geva sær far um teirra evni ella taka ábyrgd av at vegleiða tey sosialt, bygnaðarliga og fakliga.
Luttakararnir verða kunnaðir um nýggjastu vitan viðvíkjandi arbeiðsminni og útinnandi virki, sum eru aðalvitanarøki um ADHD og autismu. Vit kanna, hvussu hendan vitan kann gagnnýtast og geva íblástur til samspælið millum foreldur og børn.
Luttøkugjald: 620 kr.