Eftirútbúgving í nervasálarfrøði og nervanámsfrøði

Modul frá donsku námsfrøðiligu diplomútbúgvingini í sálarfrøði, Den pædagogiske diplomuddannelse i Psykologi.

Modulið gevur 10 ECTS. Undirvíst verður í átta dagar í tíðini frá 22. februar til 12. mai 2022. Undirvísararnir koma frá Københavns Professionshøjskole.

Luttøkugjaldið er 20.040 kr.

Børn og ung við fatanarórógv, eitt nú ADHD og autismu, hava tørv á serstakari námsfrøðiligari hjálp og frálæru fyri at læra, trívast og luttaka. Tey koma oftari í stríð við sínar umstøður og klára seg sum heild verri sosialt og fakliga enn javnaldrarnir. Hvaðna verri er, tá ið fakfólkini ikki skilja avbjóðingar teirra, ikki gáa eftir evnum teirra ella ikki taka ábyrgd av at vegleiða tey sosialt, bygnaðarliga og fakliga.

Vit arbeiða við nýggjastu vitan um nervafrøði og nervafrøðiligar avbjóðingar á økinum. Vit kanna, hvussu henda vitan kann gagnnýtast og geva íblástur til heilavinarliga námsfrøði og frálæru fyri øll. Serstakliga fyri børn og ung við fatanarórógv.

Tey lesandi útvega førleikar at tilrættisleggja, fremja og eftirmeta heildarskipað, og tey sundurgreina menningar- og læringartiltøk við tí endamáli at menna sosialu og fakligu luttøku og førleikar sínar.

Les meira um modulið á heimasíðuni hjá Københavns Professionshøjskole

ECTS: 10

Málbólkur: lærarar, námsfrøðingar, málsviðgerar og onnur fakfólk, sum arbeiða við fólki við nervafrøðiligum avbjóðingum.

Undirvísingarstaður

Á netinum og í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7 í Havn.

Undirvísingartíðir

22. februar, kl. 9-15: Undirvísing í Smæruni
23. februar, kl. 9-15: Undirvísing í Smæruni
10. februar, kl. 9-13: Netundirvísing
24. mars, kl. 9-13: Netundirvísing
07. apríl, kl. 9-13: Netundirvísing
28. apríl, kl. 9-13: Netundirvísing
11. mai, kl. 9-15: Undirvísing í Smæruni
12. mai, kl. 9-15: Undirvísing í Smæruni

Luttøkugjald: 20.040 kr.

Tilmelding