Eftirútbúgving í lesi- og skrivitøkni
Modul frá donsku námsfrøðiligu diplomútbúgvingini í lesivegleiðing, Den Pædagogiske diplomuddannelse i Læsevejledning.
Modulið gevur 10 ECTS. Undirvíst verður í átta dagar í tíðini frá 2. februar til 28. apríl 2022. Undirvísararnir koma frá Københavns Professionshøjskole.
Luttøkugjaldið er 20.040 kr.
Lesi- og skrivitøkni er dygg hjálp hjá næmingum við skriftmálsligum avbjóðingum. Tað er tó einki at leggja niðurvið, at dyggleikin er treytaður av, at undirvísarin vegleiðir væl í tøknini. Tann førleikan tilogna tey lesandi sær.
Tørvurin hjá næmingum á lesi- og skrivitøkni veldst um, hvørji skriftmálsligu krøv, teir skulu lúka. Tí er neyðugt at vita, nær og hvørjum, ið lesi- og skrivitøkni gagnar, og hvussu hon tænir skúlum og undirvísingarstovnum best.
Til tess krevst samstarv millum næming, skúla og foreldur, og tørvur á felags virðum og hugburði um ein arbeiðshátt, ið gevur næmingunum rættar umstøður at luttaka.
Tey lesandi arbeiða ítøkiliga við, hvussu ein nýtir lesi- og skrivitøknina, bæði í skeiðshøpi og í vanligari undirvísing. Tey fáa eisini innlit í, hvussu tøknin kann økja um hugin hjá næmingum at lesa og skriva, og hvussu hon kann avmarka kensluligu avleiðingarnar av eitt nú orðblindni
Les meira um modulið á heimasíðuni hjá Københavns Professionshøjskole
ECTS: 10
Málbólkur: Undirvísarar í barnaskúlum, ungdómsskúlum, framhaldsskúlum og vaksnamannaútbúgvingum, sum vilja geva eina dygga lesi- og skrivitøkniligu hjálp til næmingar við skriftmálsligum avbjóðingum.
Undirvísingarstaður
Á netinum og í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7 í Havn.
Undirvísingartíðir
02. februar, kl. 9-15: Undirvísing í Smæruni
03. februar, kl. 9-15: Undirvísing í Smæruni
10. februar, kl. 9-14: Netundirvísing
03. mars, kl. 9-14: Netundirvísing
17. mars, kl. 9-14: Netundirvísing
07. apríl, kl. 9-14: Netundirvísing
27. apríl, kl. 9-15: Undirvísing í Smæruni
28. apríl, kl. 9-15: Undirvísing í Smæruni
Vegleiðing fæst hesar dagar
31. mars 2022, kl. 9-15
21. mars 2022, kl. 9-15
Luttøkugjald: 20.040 kr.