Til útgreiningar av børnum og ungum í Føroyum søkir ADD Klinikken í Århus eftir føroyskum sálarfrøðingum við hollum royndum innan psykiatri og útgreining.

Talan er um útgreining av ADHD/ADD og autismu, og arbeiðið verður gjørt í samráði við sálarfrøðingar á ADD Klinikken.

Arbeiðsstaðurin verður í Havn.

Arbeiðstíðin verður 37 tímar um vikuna fram til 1. januar 2024 við møguleika fyri leingjan.

Hug at søkja?

Skriva eina umsókn á donskum og maila hana við avritum av CV og viðkomandi skjølum Nannu Kruuse, sálarfrøðing á ADD Klinikken, á nanna@addklinikken.dk.

Umsóknarfreistin er 03. apríl 2023.

Vilt tú vita meira um størvini?

Ver vælkomin at seta seg í samband við Nannu á nanna@addklinikken.dk

Les eisini um størvini í viðfesta PDF’i

Síggj meira um ADD Klinikken á  www.addklinikken.dk

Vegna ADD Klinikken,

Málmót