Fevnandi arbeiðsháttur við LST

Endamálið við skeiðinum er at førleikamenna luttakararnar, so at teir gerast mentir at hava næmingar við lesi- og skrivitrupulleikum eins og andre næmingar, ið tørva stuðul, við í undirvísingini – í øllum fakum.

Málið fyri luttakararnar er:
  • at læra at brúka LST á ein hátt, sum vigar upp ímóti lesi- og skrivitrupulleikunum hjá næmingum og so statt gevur teimum, ið tørva stuðul, møguleika at luttaka á jøvnum føti í undirvísingini
  • at læra at tilrættisleggja og fremja fevnandi undirvísing við LST, herundir at duga at stuðla bæði lesi- og skriviarbeiði í øllum fakum
  • at læra at leggja undirvísingina til rættis soleiðis, at trýstið á arbeiðsminnið hjá næmingunum linkar, ímeðan meira dentur verður lagdur á møguligar trupulleikar við tí útinnandi
Førleikamenningin í vavi:

Skeiðið fevnir um ein byrjanarfund, ið er netborin, og seks fundir við uppmøting. Skeiðið endar við einum netbornum eftermetingarfundi.

Fyri at fáa fult innlit í, hvussu fevnandi arbeiðshátturin við LST verður lagdur til rættis og framdur, mæla vit til luttøku á øllum fundunum.

Skal ikki brúkast
Tøknikunnleikaskeið fyri óroynd
Stutt lýsing

Luttakararnir verða settir inn í høvuðstættirnar innan LST, so at teir kunnu vegleiða næmingarnar í at nýta hóskandi LST-tættir og
-mannagongdir.

Innihald
  • Gjøgnumgongd og royndarkanning av grundleggjandi tættum
    – Upplestur
    – Skrivi-/stavihjálp
    – OCR
    – Myndalesari
    – Ljóðfíla
    – Tilfar til útflýggjan
    – Minnislisti
Málbólkur

Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serflokkaundirvísarar

Longd

2 tímar

Netborin byrjanarfundur

Innihald

  • Stutt framløga frá undirvísarum
  • Innleiðsla til førleikamenningarskeiðið
    – Hvat er LST?
    – Hví brúka LST?
    – Hvat er fevnandi arbeiðsháttur við LST?
  • Hent kunning (innlegging, íbindingar oa)
  • Ein hugleiðingaruppgáva um egna LST-nýtslu
Málbólkur

Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serflokkaundirvísarar

Longd

1 tími

Skeið í stuðlandi lesing við LST
Stutt lýsing

Luttakararnir fáa frálæruamboð til at leggja eina fevnandi lesiundirvísing í tekstasløgunum frá ymsu fakunum til rættis. Luttakararnir læra at stuðla í hvørjum stigi í lesitilgongdini, so at lesiførleikarnir hjá næmingunum betrast.

Innihald
  • Lesifatanarmannagongdir við LST
  • Stuðlandi lesivegleiðingar
  • Lesiendamál
  • Uppritskynstur við LST
  • Læraravegleiðing og minnislisti
Tilfar til útflýggjan
  • Læraravegleiðing
  • Fyrireikingarark
  • Minnislisti
Málbólkur

Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serflokkaundirvísarar

Longd

2 tímar

Skeið í stuðlandi skriving við LST
Stutt lýsing

Luttakararnir fáa frálæruamboð til at leggja eina fevnandi skriviundirvísing í tekstasløgunum frá ymsu fakunum til rættis. Luttakararnir læra at stuðla í hvørjum stigi í skrivitilgongdini, so at skriviførleikarnir hjá næmingunum betrast.

Innihald
  • Skrivivegleiðingar sum stuðul
  • Skriviboð
  • Stigini í skrivitilgongdini við LST
  • Tilfar til útflýggjan
  • Læraravegleiðing
  • Fyrireikingarark
  • Minnislisti
Málbólkur

Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serflokkaundirvísarar

Longd

2 tímar

Tøknikunnleikaskeið fyri roynd
Stutt lýsing

Luttakararnir verða settir inn í víðkaðar stillingar og møguleikar innan LST, so at teir kunnu vegleiða næmingarnar í at nýta LST-tættir og
-mannagongdir, ið millum annað snúgva seg um faklýsingar og fakorðalistar.

Innihald
  • Gjøgnumgongd av:
    – Stutt uppafturtøka av grundleggjandi tættum
    – Vangastillingar
    – Stovna fakorðalistar
    – Dømisgrundaðar uppgávur
Tilfar til útflýggjan

Minnislisti

Málbólkur

Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serflokkaundirvísarar

Longd

2 tímar

Verksmiðja: Orðavakt til næmingar
Stutt lýsing

Skeiðini haldast sum ein verksmiðja, har luttakararnir skulu menna hugtakið um eina Orðavakt, ið hóskar til teirra skúla. Við støði í ymsum verkevnum við menning av hugskotum og eini framløgu av royndum frá øðrum skúlum skulu luttakararnir greiða frá endamáli og taka støðu til, hvussu Orðavaktin skal myndast, og hvussu og nær hon skal gerast.

Innihald
  • Tilrættislegging og fremjan av Orðavakt sum næminganetverk
  • Árshjól og innihald
  • Útbúgving av LST-superbrúkarum (næmingar)
  • Javnlíkalæra (Peer-learning)
  • Sjálvsálit / førleiki
  • Felagsskapur og samhoyring
Málbólkur

Orðavaktarábyrgdarfólk, t.d. vegleiðarar, lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serflokkaundirvísarar

Longd

3 tímar

Netborin eftirmetingarfundur
Innihald
  • Orðaskifti um innleiðandi hugleiðingaruppgávuna
    – Hvussu brúki eg LST í míni undirvísing?
    – Hvussu kann eg menna mín fevnandi arbeiðshátt við at nýta LST?
  • Útgreinandi spurningar
  • Eftirmeting av førleikamenningini
    – Luttakararnir hava frammanundan fylt eitt eftirmetingarskema út, sum vit gjøgnumganga
Tilfar til útflýggjan

Skeiðsváttan ”LST-superbrúkari” verður útflýggjað eftir ynski

Málbólkur

Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serflokkaundirvísarar

Longd

1 tími

Skeið í LST-útgreining
Stutt lýsing

Við ítøkiligum amboðum verða luttakararnir settir inn í, hvussu útgreining og virkisætlan tryggja eina undirvísing, ið er lagað til skriftmálsligu fortreytirnar hjá tí einstaka næminginum.
Á leiðini verða ítøkilig dømi givin um, hvussu tilfarið kann nýtast á ymsum stigum og til ymisk høvi.

Innihald
  • Gjøgnumgongd av stigvísu framgongdini í LST-flokkanini
  • LST-tættir og -mannagongdir innan førleika, fatan, og skriving/staving
  • Ein innleiðsla til útgreiningarskema og eygleiðing
  • Luttakararnir orða eina næmingavirkisætlan við støði í einum stakdømi
  • Tilfar til útflýggjan
  • LST-flokkan
  • Útgreining og eygleiðing
  • Virkisætlan
  • Næmingaførleikarás
Málbólkur

Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serflokkaundirvísarar

Longd

3 tímar

Tíðarætlan
Mikudagur tann 14. Juni 2021

08.00-10.00: Tøknikunnleiki fyri óroynd
10.00-10.30: Matarsteðgur
10.30-12.30: Tøknikunnleiki fyri roynd
12.30-13.00: Matarsteðgur
13.00-16.00: Útgreining

Hósdagur tann 15. Juni 2021

08.00-10.00: Stuðlandi skriving
10.00-10.30: Matarsteðgur
10.30-12.30: Stuðlandi lesing
12.30-13.00: Matarsteðgur
13.00-16.00: Verksmiðja: Orðavakt

Tilmelding