Talgilt OCR-bókasavn

Vilt tú hava bókina hjá tær talgilda? Tað kann vera ein fyrimunur, tí so kanst tú leita og markera í henni og fáa hana upplisna við teldutaluni.

OCR-bókasavnið hjá Málmót talgildir bókina fyri teg. Fyll út teigarnar niðanfyri og trýst á “Bílegg bók”, og vit senda talgildu útgávuna á tína teldupostadressu. Er talan um leys pappírir, kanst tú koma á Málmót við teimum, og vit talgilda tey fyri teg.

Fyri at brúka tænastuna, mást tú vera limur í OCR-bókasavninum hjá Málmót

Ert tú ikki tað, kanst tú søkja um limaskap. Klikk á leinkið “Heinta umsókn um limaskap í OCR-bókasavni” niðanfyri, fyll út og send til malmot@malmot.fo.

Gev gætur, at skúlar, stovnar og arbeiðspláss kunnu hava fasta avtalu við Málmót um, at teirra næmingar ella starvsfólk frítt kunnu nýta OCR-bókasavnið. Tá er ikki neyðugt hjá tær at senda inn umsókn áðrenn. Spyr tín lærara ella leiðara um hetta. Tú kanst eisini ringja til Málmót og spyrja um hetta. Vit hava telefon 21 91 90.